Visjón 2015
-Tað verður spennandi at vita, hvar verkafólkið verður í 2015 og, hvør leiklutur teirra verður tá ið visjón- 2015 verður sett í verk.
Tað sigur heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Á aðafundinum í Havnar Arbeiðsmannafelag um vikuskiftið, harmaðist hann um, at verkafólkið var so lítið sjónligt í visjón 2015.
- Ein hópur av fólki sett í ymsar bólkar at viðgera ymisk evni í sambandi við, at Føroyar skulu gerast heimsins besta land at liva í í 2015.
- Men í hesum sambandi er alt toppstýrt. Botnurin var als ikki tikin við. Fakfelagsfólk, ið umboða vanliga løntakaran, vóru ikki við í teimum nevndum, ið settar vóru.
Hans Joensen sigur, at tí settir hann eitt stórt spurnartekin við, hvussu framtíðar Føroyar skulu styingast út í kortið, tá ið fakfeløgini ikki vóru við.
- Men av illum bar til at vera við í visjónstorginum, leggur hann afturat.