Harmast um at sálarsjúk verða ørkymlað

Tað er eingin ætlan um at skerja virksemið á Landssjúkrahúsinum

Tað harmar meg, at fólk við sálarsjúku blíva ørkymlað og ótrygg.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Tað sigur hann, nú Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvørjar ætlanir hann hevur á psykiatriska økinum og á Landssjúkrahúsinum sum heild.

Hon vil hava at vita, hvørjar sparingar og niðurlaðingar talan um í ár og hvussu støðan hevur verið seinastu árini.

 

Karsten Hansen sigur, at sum landsstýrismaður á økinum er veit hann at hesi fólk hava brúk fyri viðgerð, støðufesti, stuðli og umsorgan.

Samstundis staðfestir hann, at eingin politisk ætlan er um at skerja virksemið á Landssjúkrahúsinum.

 

Annars sigur hann, at tillagingar verða gjørdar á psykiatriska økinum í sambandi við, at bústaðarviðurskiftini hjá liðugt viðgjørdum sjúklingum koma í rættlag.

Karsten Hansen sigur, at hetta er í samsvari við tað, Løgtingið samtykti í vár og hetta ge, at tað ber til at bøta um møguligt at byggja økispsykiatri upp í Suðuroy í Vágum og á Sandoy, er rúm eisini fyri tí í játtanini. 

 

Hann vísir á, at í játtanarkarmunum, løgtingið samtykti í vár, stendur, at tillagingar skulu fremjast á psykiatriska deplinum, tá ið virðilig bústaðarviðurskifti hjá liðugt viðgjørdum sjúklingum á deplinum eru komin í rættlag.

- Tá ið tey eru flutt í aðrar bústaðir, verður skipað soleiðis fyri, at økispsykiatriin verður raðfest í nøkrum pørtum av landinum, har hon ikki er farin at virka enn.

Hinvegin staðfestir hann, at enn hava øll búfólkini ikki fingið annan betur hóskandi bústað, og at tað hevur ávirkað ætlanina.

 

Annars sigur landsstýrismaðurin, at í 2012 varð játtanin til psykiatriska depilin hækkað 1,5 millión krónur til barna- og ungdómspsykiatriska økið.

Harumframt var ungdóms- og barnapsykiatari settur í starv á Landssjúkrahúsinum í fjør.

Somuleiðis vísir hann á, at somuleiðis er játtanin økt til serlækna í eldrasjúkum, sum eisini partvís kemur at fevna um demensøkið.

 

Harafturat er ætlanin at virka fyri, at ávísar ryggskurðviðgerðir og partar av viðgerðum fyri heila- og undirlívskrabba verða framdar í Føroyum frameftir.

Eisini er peningurin settur av til trýsttangan, til forrit til screeningar fyri lívmóðirhálskrabba,  til ”Trygd og dygd”, umframt til mammografiscreeningar.