- Vit harmast almikið, at ÍSF forsetin hevur sagt seg frá starvinum, sum forseti fyri tað Føroysku Ítróttini.
Tað siga 13 av teimum 16 sersambondunum í ÍSF í eini almennari fráboðan í morgun. Tey sersambondini, sum ikki hava skrivað undir fráboðanina, eru Flogbóltssambandið, Svimjisambandið og Hondbóltssambandið.
Tey 13 sersambondini vísa á, at nógv stór tøk eru tikin í hansara tíð sum forseti. Millum annað nevna tey, at reglugerð fyri úrvalsítróttina er sett í verk, nýggj skipan er gjørd fyri, hvussu játtanin til ÍSF skal býtast millum sersambondini, umframt at stórar bygnaðarbroytingar eru framdar.
Les eisini: Petur Elias Petersen lagt frá sær sum ÍSF forseti
Tey vísa á, at Flogbóltssambandið og Svimjisambandið hava boðað frá, at tey eru ikki samd í, hvussu býtislykilin skal vera.
Men tey 13 sersambondini siga eisini, at tey fegnast um, at ÍSF hevur fingið hægri játtan, bæði til úrvalsítrótt og til altjóða virksemi.
Les eisini: Manglandi dopingroyndir fáa ÍSF forsetan at leggja frá sær
- Allar ítróttargreinar hava tørv á størri játtan, men at meira peningur er játtaður, hevur borið við sær, at øll sersambondini nú fáa fleiri peningar at arbeiða við í krónum og oyrum.
Tí halda tey, at tað er undrunarvert at Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya nú siga, at tey kunnu ikki vera við á næstu oyggjaleikum
Les eisini: Dopingroyndir verða gjørdar aftur nú
Tey 13 sersambondini staðfesta, at tað hevur elvt til nógv kjak í stjórnini í ÍSF, hvussu peningurin skal býtast.
- Eftir drúgt arbeiði, nógvar fundir, og væleydnaðan evnisdag í fjør summar, har øll sersambondini tóku lut, varð komið ásamt um nýggjan hátt at býta játtanina, sum øll sersambondini tóku undir við, eisini Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya. Og árið í ár skuldi vera partur av royndartíð fyri nýggju skipanini, at býta pening út eftir.
- Samstundis vilja vit staðiliga vísa á, at tað er ÍSF sum hevur bestu førleikar at býta játtaðan pening, og at politikarar virða hetta, siga tey.
Og tey, sum hava skrivað undir hesa fráboðanina, eru Fótbóltssambandið, Fimleikasambandið, Róðrarsambandið, Borðtennissambandið, Badmintonsamband, Bogasambandið, Frælsur ítróttur Føroya, Ítróttarsambandið fyri Brekað, Skjótisambandið, Judosambandið, Ríðisambandið, Nýstovnaður Ítróttur, og Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon.