Tað sigur Niels Uni Dam, sum er sjúkur við koronu og situr í sóttarhaldi í einum hotelkamari í Runavík.
Hann sigur soleiðis:
»Sum tey flestu ivaleyst vita nú, so fekk eg korona, tá eg var í Keypmannahavn og vitjaði sonin um vikuskiftið.
Eg siti nú á 5. degi í sóttarhaldi á einum hotelkamari í Runavík.
Her siti eg væl, fitt fólk, ið eg samskifti við umvegis SMS, og sum eg ongantíð havi sæð, bera mær serstakliga góðan mat. Hotellkamarið er stórt og ljóst við útsýni til pulserandi ferðsluna í Runavík.
Sjúkan, ið bleiv uppdagað í kanning í flogvøllinum mánanáttina hevur verið sera mild higartil.
Eg eri koppsettur tvær ferðir, og tað hjálpir ivaleyst.
Mánakvøldið fekk eg eitt sindur av fepuri, men hann var burtur aftur týskvøldið, og nú er eisini sviðin í biholunum horvin, so hetta yvirlivi eg ivaleyst.
At sita einasmallur á einum hotellkamarið er eitt sindur einsligt, og man hugsar um, hvat man gongur glipp av. T.d. frálíku Nordic Music Days, ið eru beint nú.
Eg gleddi meg eisini til tríggjar dystir í Skansanum, har eg plagi at vera trúgvur.
Men, at eg ístaðin uttan at vita tað, skuldi gerast atvoldin til, at tveir av landsliðsleikarunum ikki sluppu at spæla við, bert tí teir høvdu sitið tætt við meg í flogfarinum, ger meg veruliga keddan. Kanska serliga dysturin í morgin er risastórur fyri flestu føroyingar, og at missa møguleikan at spæla hann er sjálvandi svárt.
So Viljormur og Ári, orsakað. Eg hevði onga idé um, at eg var sjúkur, og sat við masku, so neyvan eru tit smittaðir, men hetta er nú einaferð, sum reglurnar eru, tær avgera hvørki eg ella tit.
Eg áni enn ikki, nær og hvar eg eri smittaður. Vit vóru á matstovum, til handils og á barr, men eg ansaði væl eftir, við spritting og tílíkum.«
Teir báðir landsliðsleikararnir, Ári Morh Jónsson og Viljormur Davidsen, vórðu báðir settir í sóttarhald, tá sjúkan hjá Niels Una Dam varð staðfest sunnukvøldið. Tað merkti, at hvørgin teirra slapp at spæla við landsliðnum teir tríggjar landsdystiarn, sum eru í hesum umfarinum.