Harmast at klandri› heldur fram

Mi›flokkurin er framvegis vi› í føroyskum politikki og er ein borgan fyri, at kristna grundarlagi› ikki ver›ur broytt, seg›i Jenis av Rana, forma›ur

Eisini Mi›flokkurin hevði sín landsfund leygardagin. Hann var í Nor›urlandshúsinum og byrja›i klokkan 10 um morgunin. Ein matarste›gur var, men fundurin varð tikin upp aftur klokkan tvey vi› Elsy og Magna Christiansen sum gestarø›arum.

Jenis av Rana leg›i fyri vi› formansfrágrei›ingini. Hann seg›i, at sosiala øki› er eitt av vørumerkjunum hjá Mi›flokkinum, umframt ta› etiska og moralska. Hann eggja›i mi›flokkafólki til at standa fast á bíbliunnar grund, og ongantí› gera kompromiir í so máta.

Forma›urin kom eisini inn á stuttu livití›ina hjá CHE-samgonguni og harma›ist, at ta› bera klandur forkom so mongum gó›um ætlanum.

Hann kom eisini inn á sitandi ABC-samgongu.

- Eg kann bara harmast um, at klandri› heldur fram vi› fullari styrki. Ta› tykist, sum hevur løgma›ur mist tamarhaldi› á stø›uni, og at ta› er Edmund Joensen, sum í dag tykist st‡ra føroyskum politikki, seg›i Jenis av Rana.

Hann metir, at stø›an í dag er so kaotisk, at rættast hev›i veri› at Føroya fólk fær høvi› at seta eitt n‡tt løgting saman.

- Ta› er harmiligt so stutt eftir eitt val, men løgtingi› hevur so nógvar floks ótrúgvar einstaklingar, sum for›a fyri, at skilagó›ur politikkur kann ver›a førdur, at ney›ugt er at geva fólki møguleikar at skifta hesar út vi› politikarar, sum hava visjónir og eru flokki sínum trúgvir, seg›i Jenis av Rana.

 

Geva heldur enn taka

Í sínari formansfrágrei›ing nevndi Jenis av Rana, at ta› ver›ur ney›ugt at broyta skattapolitikkin, so hesin ver›ur meiri samhaldsfastur. Sastundis harma›ist hann um, at ætlanin um at leggja sjúkrakassan og kringvarpsgjaldi›, eftir øllum at døma nú er partvíst slept.

Hann kom eisini inn á spurningin um fosturtøku. Hann gjørdi vart vi›, at føroyingar hjálpa millum anna› hollendskum kvinnum at eggja føroyskum kvinum til at bróta lógina. Hann spurdi, hvat ta› næsta ver›ur.

- Fara vit nú eisini at fylgja hollendskari fyrimynd, tá ta› kemur til gomul og illa sjúk, skulu vit so eisini til at geva aktiva dey›shjálp, spurdi Jenis av Rana

Hann ávara›i eisini móti treytaleysum knæfalli fyri tí, sum kemur inn á okkum uttanífrá, teirr sonevndu alheimsger›ini. Hann mælti heldur til, at vit bera ø›rum tjó›um og fólkum ta› gó›a, sum gjøgnum árini er bygt upp í Føroyum.

Um tjó›arfrælsi nevndi Jenis av Rana, at ein ni›urskur›ur í blokkinum í sjálvum sær ikki er naka› mál fyri Mi›flokkin.

- Ein búskaparlig uppger› vi› danir vil sannføra føroyska fólki› um, at hvørki blokkur ella ES-limaskapur er bjargingin, men ta› er HANN, sum hevur sett okkum i hetta ríkidømi, sum er ta› nærmasta vit koma himmiríki á jør›, seg›i Jenis av Rana.

Meiri verður at frætta um landsfundin hjá Miðflokkinum í blaðnum í morgin.