Aftaná góða leikliga avrikið hjá B36 ímóti turkiska stórliðnum, Besiktas í Europa League undankappingini hitti Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 formannin í B36, Rúna Herup Olsen.
Rúni Herup Olsen hevði nógvar lutir at fegnast um, ikki minst leikliga avrikið hjá B36 í 0-2 tapinum, har tað eydnaðist at halda málið reint í seinna hálvleiki.
Eitt harmar tó Rúna Herup Olsen, og tað er tey hundraðtals fólkini sum vegna krøvini hjá UEFA ikki sluppu inn at hyggja eftir dystinum á ovara vølli í Gundadali. Tey góðkendu áskoðaraplássini til UEFA-dystir eru bara 1.700 í tali, og tí sluppu millum 300 og 400 ikki inn á økið.
Roynt var at fáa fleiri fólk at sita í HB-húsinum, men tað var lagt av til VIP-fólk og miðlarnar, og vildi UEFA-umboðsmaðurin ikki loyva fleiri fólkum inn har.
Rúni Herup Olsen greiðir frá, at tað var uppi at venda at brúka Tórsvøll, men tey í B36 høvdu ikki droymt um, at so nógv fólk fóru at koma til dystin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rúna Herup Olsen aftaná dystin.
HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum, og at hoyra samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og André Olsen.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Meinhard E. Olsen hjá B36.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við liðskiparan hjá B36, Odmar Færø.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Benjamin Heinesen hjá B36.