Harmaljóð um landsvegir í bygdum øki

Malan Johannesen
Fyri tey í nummar 43

Gisleyg Bonde
fyri tey í nummar 47


Jólini eru í hondum, og tað ljóðaði sum fagrasti jóla­songur í okkara oyrum, at formaðurin í Ráðnum fyri ferðslutrygd, Rúna Sivertsen mælir frá, at landsvegir ganga gjøgnum bygt øki. Tí tað halda vit eisini, sum búgva við Villingadalsvegin, har talan er um at leggja landsveg beint oman fyri hús­ini hjá okk­um. Vit kenna við teim­um í Sanda­vági, í Miðvági og ikki minst við teimum á Skipanesi og aðrasteðs í landinum, har tung ferðsla fer grøvandi gjøgnum túnini uttan fyrilit fyri fólki og fæ. Tíbetur heldur stjórin fyri Landsverk, Oyvindur Brim­nes, sum varðar av vegunum millum bygdir, at tað er óhepp­ið, at vegirnir í sínari tíð eru lagdir, sum teir eru. Tað er tíbetur ásannað so manga steðs til dømis sluppu Kvíkingar undan ferðsluni, tá landsvegurin varð lagdur langt oman fyri bygdina, so­leiðis eigur tað at vera, og soleiðis má tað verða fram­yvir. Halda ivaleyst tey flestu..
Men so er ikki. Ein nýggjur landsvegur skal leggjast í Havn. Tey rópa hann ringveg, og hann verður í skrivandi stund bygdur omanfyri rand­arhúsini millum Gilja og skal ganga her omanfyri húsini hjá okkum og bindast í niðri við Maskinskúlan. Her búgva nógv fólk og her balist eisini mangt annað livandi.

Gomul ætlan
Tað er onki nýtt, at her skal vegur verða. Ætlaninar vórðu lagdar fyri fleiri enn 20 árum síðan, og ætlanin er ikki endurskoðað síðan, hóast fólk her búgva hava mælt til, at so verður. Sein­ast tá uppskot varð lagt fyri Løgtingið um at endur­skoðað ætlanina til tess at meta um, hvørt ikki frægari varð, at vegurin varð lagdur burturfrá húsunum, so um­hvørvið undir hamrinum kundi varðveitast. Í viðmerk­ingunum til lógina varð mælt til, at leggja vegin omanfyri hamaran ella at leggja hann í tunnil. Landsverk hevur gjørt eina meting, sum er send av­varðandi myndugleika, sum tó ikki hevur tikið støðu til metingina. Kortini verð­ur vegurin bygdur, sum um onki varð og er komin hartil, at sett er á vestan fyri Villingadalsvegin. Hetta varð kortini steðgað av Tórs­­havnar kommunu. Men maskinurnar standa í fyrsta giri tveir metrar frá, til reiðar at seta á.

Havnin í vøkstri
Vit hava hoyrt at Tórs­havn­ar býráð hevur ætlanir um at keypa lendi til at byggja á millum annað í Hoyvíkshaganum, men veg­urin gongur longu gjøgnum allan Hoy­víks­hagan, og áðrenn vit hava vent okkum gongur vegurin væl og virði­liga gjøgnum bygt øki har, og her hjá okkum er longu bygt. Tískil er ongin ivi um, at neyðugt verður við ein­um ytra ringvegi afturat um heilt fá ár. Fyri ikki um at tala, tá landfast verður við Sandoynna og longur suður. Nýggi vegurin verður tá ikki til ta stóru nyttuna, og hvat er tað so vert?

Hvar skal landsvegurin leggjast eftir ætlanini?
Hann skal ganga framvið hamrinum oman til Maskin­skúlan, har hann skal bindast í Norðara ringveg og hvat er tað fyri øki? Vit sum búgva her, og øll tey mongu, sum spáka her hvønn tann einasta dag vita, hvussu her sær út. Vestan fyri húsini eru gaml­ar træðir, har seyður og flog­fenaður heldur til. Serliga kend er trøðin hjá Andriasi Reinert, sum er heimstaður hjá teimum sjáldsomu bram­gæsnum, umframt hópin av før­oyskum gásum og øðr­­um gása­sløgum. Eisini hevur hann dunn­ur og høsn gang­­andi. Á øll­um hin­­um træð­un­um gongur seyð­ur og annað fæ. Vestan fyri træðirnar gongur hamarin, sum virkar sum ein verjugarður fyri hendan partin av Havnini, hann er brattur, og á nógvum træðum eru veldugir klettar, sum eru rullaðir oman í fyrnd­ini. Her er bæði vill náttúra og friðsælur grønur bøur. Øk­ið er rætt og slætt ein perla fyri havnarborgarar, og eisini fyri tey mongu sum vitja høvuðsstaðin, sum knappliga kenna seg sum vóru tey á bygd. Her koma skúlaflokkar og barna­garðsflokkar og ikki um at tala tey sum renna, spáka ella stavgongufólkini. Og so øll tey sum ambæta sín­um kríatúrum, her er eitt um­hvørvi, sum ótrúliga nógv fólk hava gleði av. Ong­in okkara fatar, at nak­ar kann finna uppá at leggja ein landsveg her. Hetta er eitt av teimum fáu grønu og eitt sindur villu plássunum, sum eru eftir í Havn, skal tað leggjast undir landsveg? Vit fáa okkum ikki at trúgva tí! Og tað sum er einamest ótrúligt er, at vit duga illa at ímynda okk­um, at hes­in vegastubbin verður til nakra serliga nyttu fyri tey, sum skulu til Havnar, tí Villingadalsvegurin og Sunds­vegurin eru beint við. Tað eru illa nokk 100 metrar ímillum og øll ferðslan skal oman á Norðara ringveg og Marknagilsvegin og hvar fer hon so? Tey sum koyra bil hvønn dag vita, hvussu rokilsi er eftir tí vegnum og annars í býnum, sum Oddvør Johansen vísir á í lesarabrævi. Er hetta nøkur loysn? Hon er ring at fáa eyga á.

Perlan undir hamrinum
Hinvegin er lætt at fáa eygað á, at høvuðsstaðurin hevur brúk fyri andarholum, tað eru nøkur fá, eitt nú trøðin uppi við Hoydalsá, sum er eitt vælsignilsi og ikki minst tær góðu gøturnar, sum Tórs­havnar býráð hevur latið gjørt við glottarnar, sum so nógv hava gleði av. Tí ivast vit onga løtu í, at rætta loysnin er at gera træðirnar her uppi til andarhol, at friða tær ella partar av teimum, gerið gongugøtur, kanska eis­ini pláss til reiðgøtur, her­uppi, so vit og ikki minst øll onnur sum búgva í bý­num, og tey sum vitja høvuðs­stað­in kunnu gleðast um, at Havnin hevur pláss fyri fólki, sum brúka beinini og sum gleðast um tað, sum liv­andi er. Her er gott at vera sum er, men eitt satt paradís hevði tað verið, um tað bar til at spáka undir hamrinum og sæð niður yvir træðirnar og lívið sum har yður av.
Vit halda, at tað er gott at gera vegir, so lagaligt er at sleppa aftur og fram, men vit eru so inniliga samd við tey, sum gremja seg um, at landsvegirnir ganga gjøgnum bygd øki og eisini við Landsverk, sum heldur tað er óheppið, tí rokna vit við, at henda ætlanin er ein misskiljing og ráða øllum sum varða av, at umhugsa hesa vegagerð av nýggjum.

Við ynski um trivnað, gott umhvørvi og gleðilig jól