Harley Davidson á Føroya Barnaheimi

Hósdagin, 29. mai Kristi himmalferðardag, vóru nógv fólk savnaði á Føroya Barnaheimi í Havn til eitt serligt tiltak

Har var opið hús í sambandi við at luttakarar á "North Atlantic Motorsycle Rally" úr Svøríki, Danmark og Føroyum komu við sínum motorsúkklum og handaðu gávur til barnaheimið.
Vanligt er Harley Davidson felagsskapir gera nakað fyri børn. Umframt at Føroya Barnaheim fekk 40.000 krónur og eitt myndatól (virði 5.000 kr), fingu børnini Harley Davinson klæðir, skriviamboð og ymisk annað.
Teir umleið 20 motorsúkklistarir, sum komu við Norrønu seinasta mánadag, fóru avstað aftur fríggjamorgunin. Teir høvdu ymisk tiltøk kring landið, sum øll vóru væl vitjað. Ove Ritter í Havn samskipaði tiltøkini.