Eftir 21 ár í KÍ-troyggjuni setur 39 ára gamli Harley Bertholdsen nú gaggurnar á hillina. Hann hevur boðað frá, at hann ikki verður partur av besta mansliðnum hjá KÍ í 2009. Tað skrivar Norðlýsið.
- Eg má viðganga, at tað kennist rættiliga løgið, at ein ikki skal til venjing! Sjálvandi sakni eg tað, sigur Harley Bertholdsen millum annað við Norðlýsið.









