WILLIAM Heinesen skrivar í einum av bókum sínum um tað føroyska samfelagið at tað er eitt »fætter og kusine« samfelag. Øll kenna hvønn annan. Øll hava eina meining um hvønn annnan. Eingin torir at siga sína hugsan bart út, tí tað verður kanska afturlønt.
AT vera profetur í egnum landi hevur altíð verið trupult og at vera vísmaður í Føroy-um ber tað snøgt sagt ikki til. Vit lurta ikki eftir hvat teir siga. Vit hyggja eftir hvør sigur hvat og so finna vit út av, at viðkomandi er antin hettar ella hatta politiskt og tí sigur hann tað hann sigur. Og so er tað gloymt.
ØÐRVÍSI er um ein eitur Larsen ella Harhoff og er dani. Opnar hesin góði Harhoff munnin um nakað viðvíkjandi Føroyum so fáa vit hann aftur við døgurða og nátturða í eina viku í útvarpinum. Seinasta uppskotið hjá honum um ein variablan »harmonikublokk« er løgið at seta fram bert 6 ár aftaná at variabla refusiónsskipanin við Danmark bleiv strikað eftir donskum ynski. Somuleiðis er tað við Larsen formanninum í ráðgevandi nevndini. Landið á gosi, tí Larsen meinar eitt ella annað um føroyska økonomi. Ikki nokk við tað. Hann fer konkret inn á føroysku fíggjarlógina og vísir á broytingar, ið hann heldur skulu gerast.
LAT okkum her staðfesta at Larsen er ráðgevi hjá statsministaranum. Staturin er okkara størsti kreditorur og okkara størsti inngjaldari á fíggjarlógina so um Nyrup vil »dempa« føroyska økonomi, so hevur hann ríkiligt av amboðum og møguleikum. Nyrup hevur nokk heldur ikki gloymt, at seinast staturin fór inn á fíggjarlógina var í 1993 og tá smildraðist bróðurflokkurin í Føroyum. Tað, sum tó er mest hugsunarvert, er, at okkara fíggjarmálaráðharri púra kritikkleyst loypur uppá Larsen-vognin. Gloymd eru ráð frá okkara stillføra og sakliga landsbankastjóra og ditto formanni í búskaparráðnum. Nei, Larsen er bráddliga »sagen« hjá tjóðveldisfíggjarmálaráðharranum.
VIT skulu stillisliga vísa á, at Danmark hevur rentufrádrátt í skattinum fyri allar rentur. Í Føroyum bleiv hettar broytt í 1991 til bert at umfata rentur til búseting, tí hetta at eiga egnan bústað er so rótføroyskt.
FYRSTA stigið til sjálvbjargni má verða, at vit sleppa av við undirlutasyndrom, sum »Harhoff og Larsen umrøðan« umboðar og seta okkara egnu vísmenn á dagsskránna.