Høgni Hoydal setti saman við Kára P. Højgaard gongd á málið um at Føroyar skuldu hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og ráðharraráðnum.
- At byrja við stuðlaðu serfrøðingar okkum. Men Frederik Harhoff hevur skift meining. Tað eru embætismenn úr danska uttanríkismálaráðnum, ið hava trýst hann at broyta meining, sigur Høgni Hoydal.
- Heimildarlógin verður brúkt sum høvuðsorsøk til at Føroyar ikki kunnu fáa fullan limaskap, tí sambært henni kunnu Føroyar ikki gera avtalu við onnur lond vegna seg sjálvi. Um Føroyar skal gera avtalur við onnur lond, skal tað gerast vegna danska ríkið. Tjóðveldisflokkurin hevur alla tíðina ávarað ímóti heimildarlógini, tí vit vóru bangin fyri, at hon fór at vera brúkt ímóti okkum á henda hátt.
- Samgongan segði, at heimildarlógin skuldi virka fyri, at vit kundu fáa limaskap í Norðurlandaráðnum, men tað teir søgdu var ósatt.
Men Høgni Hoydal ætlar at halda fram at stríðast fyri fullum føroyskum limaskapi.
- Til orðaskiftið um føroyskan limaskap á ársfundinum í Norðurlandaráðnum, ið verður um mánaðarskiftið oktober november fara vit at royna, at fáa undirtøku frá tinglimunum í hinum limalondunum.
- Men um danska stjórnin heldur fast við frágreiðingina hjá Frederik Harhoff, um at føroyskur limaskapur er ímóti grundlógini, so fer málið fyribils at detta niðurfyri, sigur Høgni Hoydal.










