Um vikuskiftið skrivaðiu fleiri týsk bløð, at miðvallarovastin hjá Bayern München, Owen Hargreaves, var seldur til Manchester United. Í gjár váttaði ovastin í Bayern München, Franz Beckenbauer, fyri sjónvarpsrásini DSF, at Hargreaves er seldur. Hvat felag hann er seldur til, sigur hann einki um, men eftir øllum at døma er tað til Manchester United.
Týsk bløð siga seg vita, at Manchester United hevur goldið 185 mió. kr. fyri enska landsliðsleikaran, sum nú fær eina munandi hægri løn frá ensku meistarunum.