Enski landsliðsspælarin Own Hargreaves skal nú skurðviðgerast í knænum, eftir at hann hevur havt áhaldandi trupulleikar við knænum. Læknar hava roynt at fingið bilbukt við skaðanum við sproytum, men tað hevur ikki hjálpt. Hargreaves hevur bruna í knænum, og nú skal hann leggjast undir skurð. Roknað verður við, at Hargreaves má halda frí frá fótbólti í eitt hálvt ár.