Hargreaves ikki við í Champions League hópinum

Tað skrivar enska heimasíðan Soccernet í dag.

 

Hargreaves hevur ikki spælt fyri Manchester United síðan september 2008, orsakað av einum afturvendandi trupulleika við knøðunum.

 

Hann hevur verið í endurvenjing og byrjaði kortsíðan aftur við lættari venjing.

 

Sir Alex Ferguson, sum í september segði, at hann nærkaðist fullari venjing, segði fyrr í vikuni at hann vónaði at Hargreaves fór at vera klárur tá United taka móti AC Milan henda mánaðin.

 

Men nú tykist tað sum, at hann aftur hevur rent seg í onkran trupulleika, eftir at UEFA staðfesti, at United hava biðið um at Ritchie Da Laet kemur inn í hópin ístaðin fyri Owen Hargreaves.

 

Owen Hargreaves skifti úr Bayern München til United í maj 2007 fyri 19 milliónir bretsk pund.