Hargarð Tvørfoss, 70 ár

Mánadagin 13. august verður Hargarð Tvørfoss í Norðragøtu 70 ár. Hargarð er sonur Emiliu, dóttir Petru og Absalon í Tjørnustovu, og Elias Martin, sonur Marsannu og Langa Petur Hans, sum hann kallaðist. Systkin hjá Hargarð eru Ólfríða, sum býr á Strondum, Absalon, sum doyði í 2005 og Petra, sum býr niðri.

Tað var hjá Hargarð sum hjá flestu øðrum dreingjum tá í tíðini. Tá ið skúlatíðin var liðug, tá ein var 14 ára gamal, var at fara til skips. Hargarð sigldi eisini í nógv ár, og hann hevur roynt stórt sæð alt sjólív. Hann var við sluppum á snørisveiðu, hann var við týskum trolarum, hann var ein av teimum, sum slapp við stállínuskipinum Vesturhavið Blíða seinast í 50-unum. Hetta var ikki hvørjum manni beskorið, tað vóru bert raskastu menn, sum sluppu við. Seinni var hann við kraftblokkaskipum, so hann hevur nógvar royndir á sjónum. Hann hevur verið heilur har hann hevur verið.

Seinni fekk hann sær arbeiði á landi, og hetta hevur eisini ligið væl fyri hjá honum við tí góða handalagi, hann hevur.

Vit báðir Hargarð eru skyldmenn, ættaðir úr Tjørnustovu. Tað hevur verið nevnt fyrr, at tað var altíð eitt serligt samband millum húsini. Eitt dømi um hetta er, at fyrsti sonur Hargarð var uppkallaður eftir abba mínum, sum var mammubeiggi Hargarð. Umstøðurnar í ættini gjørdu tað, at vit í á mangan hátt hava kent okkum sum eitt hús. Umframt hetta var heimið hjá Milja og Elias Martin eitt stað, hagar øll komu, og har øll føldu seg væl.

Hargarð er ein góður frásøgumaður. Fáur hevur sum hann dugað at sagt frá, hvussu tað kendist hjá einum heilt ungum dreingi fyrsta dagin við snøri.

Loddið varð blakað fyri borð, og tað vigaði einsamalt fleiri kilo. So var at eygleiða, hvussu snørið spolaði út nógvar, nógvar favnar. Bert hugsanin um at skula draga snørið inn aftur, um tað var uttan fisk, skuldi kunnað tikið mótið frá einum slíkum ungum dreingi. Hetta hevur eisini verið tungt fyrstu ferðirnar, men tað skuldi so gerast. Tað bleiv eisini gjørt, og sum frá leið bleiv tað lættari, hóast tað framvegis var tungt. Men hetta var eitt lív sum skapti menn, og Hargarð var ein av teimum. Hetta er søga, og hetta hendir ongum í dag. Men fyri tað eigir tað ikki at verða gloymt, at soleiðis vóru umstøðurnar hjá teimum, sum løgdu lunnar.

Hargarð hevur eisini upplivað dramatikk á sjónum. Tá ið teir vóru á útróðri við Gøtunes í desember 1955, kom eldur í skipið. Hetta kundi endað heilt galið. Men til alla eydnu var Søkin úr Lorvík farin í seinna lagi av stað, og kom fram á teir. Undir bjargingarabeiðinum datt systkinabarn Hargarð, Marno hjá Gittu og Bernhard, niður í millum bæði skipini. Men aftur til alla eydna,- ella kanska var tað ein hægri makt - fekk Marno fatur í einum fendara, sum ein maður á Søkanum hevði gjørt sær á vegnum út á fiskileið hendan dagin, og Marno varð bjargaður. Hesa hending greiddi Hargarð frá í FF-blaðnum.

 

Hann dugnaði eisini í síni tíð FF-blaðnum við síni frásøgn um, hvussu hart lívið var við teimum fyrstu stállínubátunum, og hvat slóðbrótandi arbeiði, ið varð gjørt við teimum.

Hargarð giftist í 1964 við Óluvu, sum er ættað úr Søldarfirði. Hon er dóttir Ellu hjá Hans bónda og Arnold í Toft. Tey eiga børnini Óla Jákup, giftur við Heidi f. Thomsen, Erland, giftur við Heidi f. Heinesen og Emilju. Tey hava eitt væla heim, har tað altíð er hugaligt at koma inn, tá ið leiðin gongur framvið. Abbabørninini eru seks í tali við útliti fyri øking í næstum. Ein abbadóttir er kenda songkvinnan Petsy Tvørfoss.

Hargarð hevur í mong ár verið virkin í samkomiuni í Filadelfia í Gøtu, og tað verður eisini her, hann heldur føðingardagin sunnukvøldið.

Fari sjálvur at takka fyri vinskap og trúfesti, og hjartaliga tillukku við hesum stóra degi.

 

ó.