Í nátt fekk løgreglan tvær fráboðanir um, at fólk fingu ikki sovið fyri larmi.
- Í tí eina førinum var tað harður tónleikur hjá grannanum, sum órógvaði, og í hinum førinum var talan um hundagoyggj.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey fóru á støðini, haðani tónleikurin og hundagoyggini komu, og so var friður.
Í slíkum føri plagar alt at laga seg sum best, tá heitt verður á fólk, sum larma, um at vísa atlit, so náttarfriður kann valda.
Einn einaferð fekk løgreglan í gjár fráboðan um, at grót var lopið oman á Tjørnuvíkarvegin.
- Her vóru so stórir steinar uppi í, at neyðugt varð at fáa eina maskinu til at rudda vegin aftur.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eitt seksmannafar sleit í bátahylinum í Kaldbak í gjár.
- Mannleysi báturin rak inn móti Kaldbaksbotni, men tað eydnaðist í øllum góðum at bjarga honum, sigur løgreglan.










