Harður streymur - men gott veður í næstu viku

Tað er bara eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni, men frystilínuskipini eru seks.

 

Tað er lítil drift hjá ísfiskalínuskipunum, og í løtuni er bara eitt skip til fiskiskap

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at okkurt ísfiskaskip aftrat loysir um vikuskiftið.

 

Frægari er hjá frystilínuskipunum. Her eru seks skip til fiskiskap undir Føroyum í løtuni.

 

Um útlitini til útróður fyri næstu viku verður sagt, at streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, men veðrið verður gott.

 

- Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri, men útróðrarbátar hava smáligan fiskiskap, verður lagt aftrat.