Umleið klokkan 3.30 sunnunáttina vóru tríggjar hendingar í miðbýnum í Havn, sum viðførdi trý harðskapsmál. Allar tríggjar hendingarnar høvdu samband við hvørja aðra og tær hendu beint eftir hvørja aðra. Løgreglan sigur, at talan var um ein hópbardaga, har fleiri mans fóru til hendur. Tríggir av teimum, ið fóru til hendurs, fingu skaða, tí teir vórðu slignir og sparkaðir, og teir endaðu á skaðastovuni til kanningar. Men teir vóru slopnir lutfalsiga væl burtur úr tí, hóast onkur av teimum er illa farin í andlitinum.
Fyrsta hendingin var í Basecamp og onnur hendingin var beint aftan á uttanfyri Pizza King og triðja hendingin var við springvatnið í gongugøtuni. Løgreglan sigur, at tríggir mans eru tiknir og skuldsettur fyri harðskap. Men løgreglan sigur, at tey vilja fegin frætta frá fólki, sum hava sæð tað, sum fór fram. Í tí sambandi almannakunngjørdi løgreglan eitt videobrot í gjár, sum vísir sumt av tí, sum fór fram.
Les meiri her: Politiið leggur video av harðskapsmáli út: Veitst tú nakað?
Løgreglan sigur, at síðani hava nøkur fólk vent sær til tey at greiða frá, men tet frætta fegin frá fleiri. Løgreglan sigur, at tey taka hetta stigið, tí hetta var ein óvanlig hending, har so nógv fólk er uppi í einum harðskapsmáli, har fólk verða sligin og sparka. Tey royna eisini at fáa greiði á, hvat liggur aftan fyri, men tey siga, at ábendingar vóru um, at harðskapurin var okkurt slag av eini hevndaratsókn – men akkurát fyri hvat, hava tey ikki fingið greiðu á.