Fyritøkan Seinasta Heilsan hjá Haraldi S. Hansen hevur um dagarnar gjørt tvær nýggjar avtalur við kommunur um líkflutning.
Avtala er gjørd við Vestmanna kommunu, og avtala er eisini gjørd við Sørvágs kommunu.
Sáttmálin, sum fyritøkan hevur gjørt við Vestmanna kommunu, er galdandi í fimm ár og tekur við 1. mars 2018, og tænastan er bert galdandi fyri líkflutning.
- Umframt koyring við líkvogni, hava avvarðandi eisini møguleika at bíleggja kistu, sanghefti og aðra gravarhjálp í sambandi við jarðarferð, siga tey í Vestmanna kommunu.
Sáttmálin, sum Seinasta Heilsan hevur gjørt við Sørvágs kommunu, er eisini galdandi í fimm ár og byrjar somuleiðis 1. mars 2018, og eisini her fevnir avtalan bert um líkflutning.
Umframt avtalur við Vestmanna kommunu og Sørvágs kommunu, hevur fyritøkan hjá Haraldi S. Hansen eisini gjørt avtalu um líkflutning við Sunda kommunu, Kvívíkar kommunu, Vága kommunu og Eysturkommunu.