Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Bologna vann Scudetto – ella italska meistaraheitið – í 1964. Hetta liva tey enn stórt uppá í Bologna. Í Italia er tað soleiðis, at gomul avrik standa høgt í metum, hægri enn aðrastaðni. Ein av teimum týdningarmiklastu faktorunum til, at tað eydnaðist Bologna at gerast italskur meistari, var danski leikarin Harald Nielsen. Harald Nielsen leikti við Bologna, árini 1961 til 1967.
Úr Frederikshavn
Harald Ingemann Nielsen var føddur 26. oktober í 1941. Summi meta hann at verða besta áleyparan Danmark hevur havt, saman við Preben Elkjær. Ì 1960-unum var hann kendur sum “Gull-Harald”. Harald Nielsen byrjaði sum fótbóltsleikari í felagnum Frederikshavn FI, og longu frá byrjan av, var mál hansara at gerast yrkisleikari. Hann kom á danska unglingalandsliðið, longu 17 ára gamal. Og hann debuteraði fyri besta liðið hjá Frederikshavn, 15. mars 1959. Tá leikti Frederikshavn í næstbestu deildini. Harald Nielsen gjørdist toppskjútti í deildini, og Frederikshavn flutti upp í ovastu deildina. Í bestu deildini gekk eisini væl. Í 1960 gjørdist Harald Nielsen toppskjútti, og Frederikshavn gjørdist nr. 5. Nú var Harald Nielsen vorðin landskendur í Danmark.
OL-silvur
Danska landsliðið hevði leikt seg til OL, sum var í Rom hetta árið. Her fekk Danmark sítt higartil besta úrslit. Úrslitið er bara tikið av EM-sigrinum í 1992. Danmark vann silvur, og Harald Nielsen gjørdist toppskjútti í kappingini. Í 1960 bleiv hann eisini valdur til Àrsins Leikara í Danmark. Avrikini hjá Haraldi Nielsen í OL-endaspælinum í Rom, beindu hann til Bologna at leika yrkisfótbólt. Hann leikti við Bologna í 6 ár. Her skeyt hann 81 mál í 157 dystum, sum er óvanliga nógv í italskum fótbólti, har heimsins bestu verjuleikarar hava bremsað mongum áleypara. Í 1964 eydnaðist tað so Bologna at vinna Scudetto. Tað árið skeyt Harald Nielsen 21 mál í 31 dystum.
Metsøla
Í 1967 bleiv Harald Nielsen seldur til Inter Milan fyri eina upphædd áljóðandi 2 ½ miljónir kr. Fyri 40 árum síðani var tað heimsmet! Men tíðin í Inter gjørdist ikki so góð. Hann fekk bara 2 mál í 8 dystum. Harald Nielsen fekk eisini 10 dystir, og 2 mál fyri Napoli, og 4 dystir fyri Sampdoria, áðrenn hann legði skógvarnar á hilluna í 1970.
Slapp ikki á landsliðið
Tað ljóðar ófatiligt. Men Harald Nielsen og aðrir yrkisleikarar sluppu ikki á danska fótbóltslandsliðið, eftir at teir høvdu fingið ein yrkissáttmála. DBU hevði eitt forboð ímóti yrkisleikarum á danska landsliðnum, sum var galdandi í fleiri ár. Tì leikti hann sín síðsta landsdyst, bert 19 ára gamal, í 1960. Hann náddi tó at skora 15 mál í 14 landsdystum. Heimafturkomin royndi Harald Nielsen at arbeiða fyri at innføra yrkisfótbólt í Danmark. Saman við Helge Sander royndi hann at stábla eina alternativa yrkisfótbóltsdeild uppá beinini. Royndin eydnaðist ikki sum so, men hon skakaði DBU so nógv, at yrkisfótbóltur bleiv loyvdur frá 1978. Harald Nielsen var við til at leggja KB og B1903 saman til FCK. Hann var stýrisformaður í FCK, árini 1992-1997. Og var hann vanligur nevndarlimur í FCK, fram til 2006.