Har var rumbul á tinginum

Hans Pauli Strøm burdi lagt frá sær, eftir at málið um meirnýtslu er komið fram. Um ikki annað so fyri frið skyld

Eingin skal ivast í endamálinum hjá Tjóveldi, sum er at skapa rumbul og rista grundarlagið undir samgonguni. Um tað er klárað, skal eg ikki meta um, men úteftir haldi eg, at samgongan hevur klárað seg væl, og eingin loysn er tikin í óðum verki, sum ein kanska hevði angrað seinni. Tað er eisini gott, tí støðan krevur umhugsan.

Trupulleikin, sum er komin fram er ikki nýggjur. Sum flest øll hava skilt, so er henda mannagongd ikki ein, sum bert Hans Pauli Strøm og hansara ráð hevur nýtt. Hans Pauli Strøm hevur sjálvur víst á, at ikki bert hann hevur brúkt ov nógv, men eisini fleiri onnur landsstýrisfólk. Oddagreinin hjá Dimmalætting 03.07.09 kallar hesa sokallaðu undanførslu eitt demokratiskt undirskot, sum ræður í okkara samfelag. Tað er bæði rætt og ikki. Tað er rætt, tí tað vísir seg aftur og aftur, at fólk, ið sita við valdi, gera eitthvørt umaftur, um tað riggaði fyrstu ferð, og síðani fær mann kavabóltsstøðuna, har bólturin bara verður størri og størri. Tað, sum skal til fyri at steðga bóltinum, er eitt brak, og soleiðis endar tað ofta. Í Bretlandi hava fleiri sakir koyrt í seinastuni, tí limir í bretska parlamentinum hava brúkt ov nógvar pengar uppá teirra bústað í London, sum tey hava keypt, av tí at tey búgva ov langt frá arbeiðsplássinum, sum er parlamentið. Tey høvdu nýtt ov nógv einaferð, og síðani rullaði tað. Har endaði alt við einum braki, og fleiri stilla ikki upp aftur, og onkur er koyrdur frá. Sigast skal, at allir peningurin, ið er nýttur, kemur úr lummanum hjá skattgjaldarum. Men Dimmalætting fer eisini skeiv tá hon kallar hesa støðu eitt dømi um demokratiskt undirskot. Tað, at vit hava eina skipan, ið kann nýtast til at rætta hesi fólk eftir, stýrisskipanarlógin, boðar frá einum demokratiskum landi. At niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini kann rættvísgerast útfrá stýrisskipanarlógini, og at tað kann fáa fylgir fyri tann, ið hevur framt brotið er tekin uppá fólkaræði, ið riggar sum tað skal. Tað, ið manglar er nokk neyvari eftirlit við nýtsluni hjá landsstýrisfólkunum.

Men fyri at koma aftur til tað ítøkiliga málið, so er nokk frægast, at Hans Pauli Strøm leggur frá sær. Arbeiðsfriður verður ikki aftur fyrrenn tá. Eg ivist ikki í, at Hans Pauli kann røkja sínar skyldur sum landsstýrismaður líka væl, sum nakar annar, men hann hevur tíverri fingið høvdið á blokkin. Veljarin kann missa álitið á samgonguni, um ikki okkurt hendir. Vit, sum velja, mugu vita, at um okkurt skeivt er farið fram, so eigur tað at fáa fylgjur. So hetta mál kann verða nýtt sum dømi uppá mót, og at samgongan torir at taka torførar avgerðir, og síðani kunnu vit fara víðari. Tað, ið kann henda, um eingin avgerð verður tikin í hesum máli, er, at Tjóveldi fer at rópa harðari, enn teir gera nú, og teir eru so troyttandi at lurta eftir, at tað hevði kanska verði verri enn núverandi støða.