Fótbóltur
Sum ein av lyklaspælarunum á føroyska A-landsliðnum í fleiri ár er Fróði Benjaminsen ein spælari við drúgvum altjóða royndum. Men hóast talan her hevur verið um nógvar truplar dystir, so ásannaði hann, at Fenerbache var eitt av sterkastu liðunum, sum hann hevur spælt ímóti.
- Tað eru teir nokk. Í styrki, skjótleika og tekniskum førleika eru teir heilt framúr. Sjálvt á einum vølli, sum tí her í Føroyum megna teir at spæla sera skjótt, og tað sigur ikki einki um førleikan.
Og var hetta so kanska eisini tann munurin, sum var á liðunum báðum?
- Tað er tað nokk. Sjálvandi høvdu vit vónað, at vit høvdu klára tað betri, men vit fáa tvey sera keðilig mál ímóti okkum báðu megin steðgin, og tað tekur nakað av dampinum úr okkum. Tað vísir so eisini, at á hesum støðinum verða mistøk revsað mest sum alt fyri eitt.
- Og seinastu løtuna var bara útselt. Allir høvdu givið alt tað, sum var í beinunum, og so seta teir trumf á seinastu 10 minuttirnar.
Nøgdir hóast stórtap
Europiska ævintýrið hjá B36 er av á hesum sinni. Og hóast teir soleiðis máttu siga farvæl við samanlagt 0-9, so helt Fróði Benjaminsen hóast alt, at teir kunnu vera hampuliga nøgdir.
- Vit megna so at spæla okkum víðari til næsta umfarið, og tað var framúr. Tá vit so møta eitt lið við hesari styrkini, veit eg ikki ordiliga, hvat vit skulu vænta, men tað má so bara takast sum ein uppliving.
- Nú hava vit so eina viku, áðrenn landskappingin fer ígongd. Tað er helst ein fyrimunur hjá okkum, at vit her hava tveir dagar eyka at hvíla okkum, so allir mans kunnu koma heilt fyri seg. Og so mugu vit seta fokus á landskappingina, har málið heilt greitt er at vinna okkum upp aftur í oddin, staðfestir hann.










