Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri tilfeingið í næstu viku, vóru bara tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Streymurin hevur verið harður og tískil hevur lítil roynd verið við línu.
Ísfiskalínuskipini, sum eru til fiskiskap, eru nýliga byrjaði túr, og tí er ivasamt, um tey koma inn aftur at landa longu í næstu viku. Væntandi fara fleiri línuskip út at royna eydnuna teir næstu dagarnar.
Fýra frystilínuskip eru framvegis á Flemish Kap, og eitt er undir Føroyum. Á Femish Kap eru Klakkur, Kambur, Stapin og Eivindur, og Ågot er undir Føroyum.
- Streymurin batnar, sum næsta vika gongur. So, um veðrið verður hampiligt, verður helst útróður. Útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
In.fo veit frá útróðrarmonnum at siga, at onkrar setur eru gjørdar, nú streymurin hevur verið harður. Eisini hesar hava eydnast væl, og bátar hava fingið uppí 200 pund og meira á línuna.