- Eitt línuskip kemur undan Íslandi fyrst í næstu viku og hevur mest av toski. Seks línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Øll fiska mest av longu nakað av brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya, har tey í dag hava gjørt sínar metingar fyri næstu dagarnar, vænta tey, at eitt ella tvey línuskip koma inn at landa í næstu viku. Hini línuskipini koma neyvan fyrr í aðru viku.
- Nøkur línuskip liggja, og tey fara væntandi út aftur, tá streymurin batnar.
Sagt verður, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður skiftandi, og tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis smáligur, verður lagt aftrat.










