Harður streymur og lítil útróður

- Nøkur línuskip koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

Sjey línuskip eru á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av svartkalva og toski og nakað av lira og blálongu.

 

- Vit vænta, at fleiri línuskip koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip er í íslendskum sjógvi, men kemur neyvan at landa í næstu viku.

 

Tvey línuskip eru undir Føroyum, men tey eru nýliga byrjaði. So, tey bæði skipini koma neyvan inn at landa í næstu viku.

 

- Eitt línuskip á er ísfiskaveiði í Eysturgrønland og fiskar tosk og brosmu, men heldur ikki hetta skipið kemur inn at landa í vikuni, sum kemur.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður harður, men veðurútlitini eru góð. Roknað verður tó ikki við nøkrum stórvegis nøgdum av útróðrarfiski.

 

- Hetta er vánalig fiskitíð, og fleiri útróðrarmenn pussa bátarnar upp - og aðrir eru í summarfrí, verður sagt á Fiskamarknaði Føroya.