Ein harður jarðskjálvti, sum var 7,7 á Richterstiganum, var í nátt undir botninum a Okthotska Havinum úti fyri russisku fjareysturstrondini.
Russisku jarðfrøðingarnir siga, at miðdepilin í skjálvtanum var 625 kilometrar undir havbotninum góðar 80 fjórðingar eystur úr býnum Poronaysk.
Jarðskjálvtin var so mikið harður, at fólk í eitt nú Tokyo merktu hann, og japanska veðurstovan boðaði eisini frá skjálvtanum. Flóðalduávaring varð kortini ikki send út.










