Harður jarðskjálvti úti fyri Alaska

Tíðliga í morgun var ein harður jarðskjálvti undir havbotninum úti fyri strondini í Alaska, men sambært amerikonsku myndugleikunum er einki frætt um nakran skaða av skjálvtanum.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at jarðskjálvtin var 6,7 á tí sokallaða Moment Magnitude-stiganum, sum vísindafólk ofta brúka í sambandi við jarðskjálvtar.

Eftirlitstænastan hjá amerikanska jarðfrøðistovninum sigur, at miðdepilin í jarðskjálvtanum var úti fyri Aleutan-oyggjunum. Hetta er ein oyggjabólkur við meiri enn 300 oyggjum, og gosfjøll eru á 57 teirra.

Flóðalduávaringarskipanin fyri Kyrrahavið boðaði beint aftan á jarðskjálvtan frá, at tað var eingin vandi fyri flóðaldu í umráðnum.