Harður jarðskjálvti í Taiwan

Ein rættiliga harður jarðskjálvti var í Taiwan í nátt okkara tíð. Sambært taiwanska jarðfrøðistovninum er jarðskjálvtin tann harðasti har í meiri enn 100 ár. Jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var 6,4 á Richter-stiganum, og at miðdepilin var í Kaohsiung-fjøllunum. Jarðskjálvtin sleit telefonsambandið, og lokalir fjølmiðlar søgdu, at fleiri fólk høvdu fingið skaða.

Leiðarin á jarðfrøðistovninum í Taiwan segði við altjóða tíðindastovurnar, at skjálvtin har í nátt hevði ikki samband við tann harða jarðskjálvtan í Kili seinasta leygarmorgun ella teir nógvu eftirskjálvtarnar, sum hava verið har síðani.

Hinvegin ásannaði hann, at skjálvtin í nátt er tann harðasti í Taiwan har í meiri enn 100 ár.