Harður jarðskjálvti í Peru

Minst 29 fólk doyðu í einum hørðum jarðskjálvta í Peru í nátt. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var jarðskjálvtin 7,9 á Richter-stiganum, og myndugleikarnir siga, at minst 29 fólk eru deyð.

Skjálvtin var serliga harður í økinum fram við strondini. Í høvuðsstaðnum Lima tustu fólk ræðslusligin út á gøturnar.

Nógvastaðni slitnaði elveitingin, og samferðslan steðgaði eisini.