Harður jarðskjálvti í Myanmar

Ein harður jarðskjálvti í Myanmar í morgun hevur kravt í minsta lagi 13 mannalív, men tað ljóðar ikki frá stórum materiellum skaða.

Jarðskjálvtin, sum var 6,6 á Richterstiganum, hevði miðdepil góðar 100 kilometrar norðan fyri Mandalay, sum er tann næststørsti býurin í landinum. Bygningar í býnum skulvu, nógvir rútar brotnaðu (myndin), og fólk í túsundatali runnu ræðslusligin út á gøtuna. Skjálvtin var so mikið harður, at ristingarnar merktust væl í Teilandi, skrivar AFP.

Í mars í fjør var eisini jarðskjálvti í Myanmar. Tann skjálvtin var 6,8 á Richterstiganum og kravdi 70 mannalív tætt við markið til Teiland og Laos.