Harður jarðskjálvti hevur rakt Japan

Í Fukushima-landslutinum í Japan hava næstan ein miljón húsarhald mist streymin.

 

Í minsta lagi 50 fólk hava fingið skaða, og næstan ein miljón húsarhald hava mist streymin eftir at ein jarðskjálvti við styrkini 7,3 rakti strondina í Fukushima-landslutinum í Japan í dag.

Talsmaðurin, Katsunobu Kato, sigur við japanskar miðlar, at ristingarnar vardu í fleiri minuttir. Ein, sum starvast á hotelli, Tomoko Kobayashi, sigur, at jarðskjálvtin hesaferð føldist harðari enn ógvusligi skjalvtin í 2011. 

Japan Meteorlogical Agency heldur ikki nakran vanda vera fyri, at jarðskjálvtin hesaferð er orsøk til nakra flóðaldu, men The Japan Times skrivar, at tey, sum búgva við strondina, av trygdarávum eiga at flyta seg niðanfrá.

Tað var eisini Fukushima-landsluturin, sum varð harðast raktur í ógvusliga jarðskjálvtanum fyri skjótt 10 árum síðan. Tá var eisini flóðalda, eins og kjarnorkuverkið Fukushima Daiichi fekk skaða.

Eftir jarðskjálvtan í 2011 tók nógv kjak seg upp um framtíðina hjá kjarnorkuverkunum í Japan.