Harður eftirskjálvti í Kina

Talið á deyðum eftir jarðskjálvtan í Kina mánadagin er nú farið upp um 22.000 Ein harður eftirskjálvti var í dag í kinesiska Lixian-landspartinum, sum er mitt í økinum, har tann ógvusligi jarðskjálvtin var mánadagin.

Skjálvtin í dag var 5,9 á Richter-stiganum, og fjølmiðlarnir skriva, at hann elvdi til fleiri skriðulop, og at fleiri bilar við neyðhjálparútgerð liggja undir í eyri og runu.

Kinesisku myndugleikarnir siga, at 22.069 fólk eru funnin deyð, og at umleið 14.000 eru ikki komin afturíaftur.

Meiri enn 4,8 milliónir fólk eru vorðin heimleys.