Átta føroyskir borðtennisspælarar verða við á Oyggjaleikunum hesaferð, og býtið millum kynini er púra javnt.
Fólkini, sum varða av borðtennisítróttini, eru greið yvir, at tað verður sera trupult at vinna heiðursmerki í liðkappingini.
? Vit stíla eftir at sleppa at spæla um 5. pláss. At vinna heiðursmerki í liðkappingini krevur sera nógv, og har kunnu vit neyvan verða við, sigur Peter Niclasen, sum var annar av føroysku borðtennisspælarunum, sum vann heiðursmerki á seinastu Oyggjaleikunum.
Hann vann saman við Kjartan Eli Niclasen bronsu í tvímansleikinum, meðan Kjartan Eli somuleiðis vann bronsu í einstaklingakappingini. Hetta vóru tvey frálík úrslit.
Helst seedaðir
Í liðkappingini skulu Føroyar spæla ímóti Gotlandi, Guernsey, Grønlandi, Orkneyoyggjunum og Álandi. Vinnarin av bólkinum kemur beinleiðis í finaluna, meðan hinar oyggjarnar skulu spæla um plaseringar móti oyggjunum í hinum bólkinum.
Heiðursmerkini á seinastu Oyggjaleikunum gera, at Kjartan Eli og Peter helst verða seedaðir hesaferð, og tað kann geva teimum yvirkomiliga mótstøðu tíðliga í kappingini, men tað eru eisini onkrir ókendir faktorar.
? Bermunda og Rhodos eru við fyri fyrstu ferð, og vit vita ikki, hvørja styrki hesar oyggjar hava. Tað kann saktans verða, at góðir spælarar fara at umboða tær oyggjarnar, sigur Peter Niclasen.
Føroysku borðtennisspælararnir hava verið eitt sindur spjaddir í fyrireikingini. Kjartan Eli Hentze og Paula Eikhólm hava vant í Greve, har landsliðsvenjarin, Preben Larsen, eisini er venjari, og Maria Chun Nielsdóttir hevur verið í Norwich seinasta árið.
Men nú verður øll orka løgd í eitt gott úrslit á Guernsey.
Borðtennisspælarar:
Kjartan Eli Hentze
Peter Niclasen
Birgir Carlsson
Ragnar Egilsson
Paula Eikhólm
Maria Chun Nielsdóttir
Marin í Dali
Rakul V. Magnussen