Harður dagur í rættinum

Dagurin í dag var harður fyri tey avvarandi, sum vóru í rættinum í Oslo og fylgdu við tí, sum kom fram har. Fleiri grótu og royndu at ugga hvør annan, tá tey hoyrdu løgreglufólk og læknar greiða nágreiniliga frá, hvussu tey einstøku doyðu.

Tað vóru løgreglumaðurin Ole Morten Størseth og yvirlæknin Arne Stray-Pedersen, sum greiddu frá teimum óhugnaligu smálutunum. Ole Morten Størseth stóð á odda fyri arbeiðinum at eyðmerkja tey, sum doyðu av bumbuni, sum Anders Behring Breivik sprongdi í Oslo, og Arne Stray-Pedersen var millum læknarnar, sum líkskoðaðu tey, sum doyðu.

Sakførarin Christian Lundin, sum umboðar tey avvarandi og tey, sum sluppu við lívinum, segði við norska kringvarpið seinnapartin, at dagurin í dag var krevjandi fyri tey avvarandi, sum vóru í rættinum, tí tey máttu leggja oyra til ræðuligar smálutir.

Harafturímóti var tað ikki líkt til, at frágreiðingarnar ávirkaðu gerningsmannin, segði hann.