Harðskapur á vertshúsi

Politiið sigur, at alt vikuskiftið hjá teimum hevur verið merkt av fullum fólki í býnum í Havn.

Fleiri full og avdottin fólk eru tikin upp í býnum, og tey flestu vórðu koyrd heim av politinum.

Tað eru at kalla altíð somu fólk, sum mugu hava flutning heim, tí tey hava drukkið so nógv, sigur vakthavandi á politistøðini.

Í einum føri vórðu boð send eftir politinum, tí nakrir vórðu farnir til hendurs á einum vertshúsi.

Tað byrjaði við at ein gestur vildi inn aftur, tí hann segði seg hava gloymt jakkan, men har var eingin jakki. Meðan duravørðarnir royndu at fáa mannin at fara, legði ein annar gestur uppí og sló, og ein duravørður fekk eisini ein frammaná.