6. mai í ár endaði ein veitsla í vardum bústaði á Íslandsvegnum, undir Almannaverkinum, við einum ógvusligum harðskapsmáli. Tað viðførdi, at ein maður endaði á sjúkrahúsi og var deyðanum nær, eftir at hann varð høgdur niður við øks, goggara og fleiri knívum. Fýra unglingar vórðu síðani skuldsettir fyri drápsroynd og tveir teirra sita í Mjørkadali í varðhaldsfongsling nú.
Harðskapsmálið byrjaði í vardum bústaði á Íslandsvegnum, tá ið ein av teimum skuldsetti bjóðaði inn til veitslu í húsi, har fleiri fólk við dómum fyri harðskap og annað, búleikaðust tá. Tað endaði galið og síðani hevur Sosialurin varpað ljós á hendan bústað, sum grannar forklára sum eitt vanligt vitjunarstað hjá løgregluni.
Í dag, knappar tveir mánaðir seinni, eru menninir frá veitsluni enn varðhaldsfongslaðir, meðan tann álopni er komin úr sjúkrahúsinum aftur við fleiri skaðum. Og bústaðurin á Íslandsvegnum hevur eisini fingið eina upprudding. Tí meðan allir avvarðandi myndugleikar hava sett seg saman og lova at finna eina loysn fyri hendan útsetta ungdómin í Havn, so er støðan kortini tann, at ein langtíðarloysn er eitt, meðan bústaðurin á Íslandsvegnum var eitt annað átrokandi problem. Nú er tað tó meira ella minni loyst, tí Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum sigur í dag, at sum nú er, er bert ein ungur persónur eftir á Íslandsvegnum, og viðkomandi verður verandi har í eina tíð, tí hesin persónur hevur tørv á eyka nógvum eftirliti og hjálp.
Í dag boðaði Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnur frá, at tær saman fara at stýra arbeiðnum, har allir myndugleikar eru við, í royndini at finna eina varandi loysn fyri hendan ungdóm, sum stríðist við fleiri ymiskum trupulleikum. Og ein partur av hesum er at taka støðu til, hvat bústaðurin á Íslandsvegnum framfyri skal brúkast til. Men fyribils verður bústaðurin heimið hjá einum ungum persóni, og sambært Edvardi Heen verður eingin annar settur inn har at búgva, fyrr enn myndugleikarnir eru komnir fram til, hvat gerast skal á hesum økinum - bæði sum heild og fyri hendan eina bústaðin undir Almannaverkinum.