Harðskapur og undirhald

Firouz Gaini

Harðskapur er undirhald í dag. Syrgiligt, men veruleiki. Og harðskapurin er allastaðni – eisini í Føroyum. Hendingin í miðbýnum í Havn tíðliga sunnumorgun (25. mars) kom tíverri ikki sum nakað sjokk. Tað hava verið nógv harðskapsmál síðstu árini. Tað mest skelkandi og ófatiliga í hesum máli er, at hvørki løgreglan ella onnur fólk í býnum siga seg hava sæð nakað til bestialsku hendingina. Tað mest ræðandi er at hoyra, at fólk ikki tora at fortelja, hvat ið tey síggja. Tað sigur seg sjálvt at ung, ið hoyra til minnilutar av ymsum slag, ikki vilja fara út um náttina, um tey kunnu blíva avbukað uttan at nakar í nánd hjálpir teimum.
Tað, ið vit hoyra um í fjølmiðlunum, er bara toppurin av einum ísfjalli. Harðskapur er vaksandi trupulleiki, ið fólk flest vita um, men lítið og onki verður gjørt fyri at venda neiligu gongdina. Nógv børn og ung eru fyri harðskapi hvønn dag – í barnagarði, skúla, heima og aðrastaðni. Tó eru rættiliga fá, ið alment tala at hesum gerandis-harðskapi. Ofta verður harðskapurin sagdur at vera meinaleysur og partur av spæli hjá børnum, men tað er grovasta lygn. Eisini verður ofta sagt, at tey happaðu og bukaðu sjálvi hava skapt trupulleikarnar, ið tey liva við. Sostatt verður trupulleikin ikki nakað, ið samfelagið skal gera nakað við.
Harðskapur er undirhald í okkara samfelagi í dag, tí filmar og telduspøl romantisera flestallar formar fyri harðskapi. Best umtóktu telduspølini geva leikararnar bonusstig fyri at myrða og knúsa tilvildarlig fólk, ið síggjast á gøtuni. Málið er at skjóta frá hond, líkamikið hvør, ið offur verður. Onki mark er fyri harðskapinum, ið øll frítt kunnu finna sær á alnetinum. Veruligar myndir úr gøtubardøgum, hópneyðtøkum, hernaðarligum álopum o.s.fr., eru lagdar út til tey, ið hava áhuga fyri hesum. Harðskapurin verður sostatt óbeinleiðis viðurkendur og partur av gerandisdegnum hjá sera nógvum persónum. Rasisma er eisini partur av nógvum av undirhaldinum í miðlunum, ið skapa ræðumyndir av etniskum og átrúnaðarligum bólkum kring heimin.
Tú lærir ikki hvat, ið er rangt og rætt í telduspølunum; tú lærir ikki at seta mørk, at virða medmenniskju, at hava samkenslu, at seta teg í støðuna hjá øðrum, og als ikki, at halda teg burturi frá likamligum harðskapi. Harðskapurin verður tvørturímóti lýstur sum fína loysn, ið kann hjálpa tær fram í lívinum. Øll eru fíggindar – uttan tú og tíni nærmastu. Tí er sera avgerandi at fáa veruliga uppaling frá familju og skúla, men tíverri eru alt fleiri ung, ið ikki hava nakað gott samband til vaksin fólk, ið kunnu læra frá sær. Alt fleiri sokallaðir “truplir” næmingar eru í skúlunum og ongin veit veruliga hvat, ið skal gerast fyri at fáa hesi á rættari kós. Líkasæla er mest vandamikla loysnin, tí tað inniber at samfelagið letur standa til og at harðskapurin sleppur at blóma víðari, uttan at bølmennini missa tað vald, ið teirra harðskapur gevur.