- Tað eru full fólk frá vaktin byrjar til vaktin endar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, tá in.fo ringir og spyr, hvussu náttin hevur verið fyri teirra viðkomandi.
Sum vanligt á ólavsøku, hevur nógv fólk verið í býnum í nátt og løgreglan hevur havt úr at gera.
- Vit royna fyrst og fremst at fyribyrgja harðskapi, við at vera nógv til staðar í miðbýnum, har flestu harðskapsmál eru, men kortini megna vit ikki at steðga øllum, sigur vakthavandi.
Løgreglan hevur verið tilkallað fleiri ferðir í nátt og hevur lagt upp í fleiri harðskapsmál, men einki teirra hevur fingið nakað eftirspæl enn.
- Fólk eru so full, tá tað líður út á náttina, at lítið kemur burtur úr at tosa við tey tá. Væntandi hoyra vit frá fleiri, tá tey vakna aftur út á dagin í dag, sigur vakthavandi.
Ein bilførari varð tikin í morgun, og blóðroyndin vísti, at førarin hevði drukkið ov nógv. Hann missir tí koyrikortið. Seinastu nátt var eisini ein, ið varð tikin fyri rúsdrekkakoyring. Tveir persónar í tveir dagar um ólavsøkuna er kanska nakað minni enn væntað?
- Eg ivist ikki í, at um vit settu meiri tíð av til rúsdrekkakanningar, vóru tey fleiri, ið mistu koyrikortið, sigur vakthavandi.