Søgan aftanfyri henda altjóða dag móti harðskapi ímóti kvinnum byrjar fyri 42 árum síðan, tann 25. november 1960 í tí Dominikanska lýðveldinum. Systrarnar Minerva, Maria Teresa og Patria Mirable lótu lív í eini fyriskipaðari bilvanlukku. Tær vóru allar tríggjar virknar í stríðnum ímóti einaveldinum.
Patria, tann elsta, var ákærd fyri at stuðla mótstøðurørsluni og hon, maður hennara og 12 ára gamli sonurin sótu leingi fongslað.
Minerva, miðlingurin, var feminist. Hon var tann fyrsta kvinnan í Domini-kanska lýðveldinum ið roykti og koyrdi bil alment. Hon var fongslað 4 ferðir.
Maria Teresa, tann yngsta, var virkin í mótstøðurørsluni. Hon var fongslað fleiri ferðir og pínd.
Í 1981 avgjørdu kvinnur úr Latín Amerika og Karibien at gera 25. november til altjoða dag móti harðskapi ímóti kvinnum. Í dag halda kvinnurørslur um allan heim hendan dagin fyri at sjónliggera harðskap ímóti kvinnum.
Harðskapur og mishandling av kvinnum er ein altjóða trupulleiki.
Ein út av trimum kvinnum í allari verðini hava verið fyri harðskapi.
Umleið fjórða hvør kvinna upplivir harðskapin í sínum egna heimi.
19% av heilsuskaðum hjá kvinnum skyldast harðskap.
5.000 kvinnur og gentur útsetast hvørt ár fyri heiðursdráp av síni egnu familju.
Fýra milliónir kvinnur og gentir verða árliga keyptar og seldar um alla verðina. Antin í hjúnaband, til prostitutión ella trælahald.
Í frágreiðing frá ST verður mett at umleið 2 milliónir gentur verða umskornar hvørt ár.
Talið á neyðtøkum ímóti kvinnum er fjalt, tí flestu neyðtøkur verða ikki fráboðaðar.
Útlendskar kvinnur ið fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi grunda á hjúnalag eru uttan rættarvernd, um tær fara frá manninum fyrstu sjey árini, tí hann fremur harðskap ímóti teimum. Tær verða vístar av landinum.
Pornografiskar myndir í fjølmiðlunum, har kvinnur og gentur eru fyri kynsligum ágangi og serliga myndlýsingar av neyðtøku, hava skaðiligar fylgir, serliga á børn og ung.
Í Danmark skrásetur løgreglan árliga 10.000 tilburðir av harðskapi móti kvinnum. Havast skal í huga, at hettar talið fevnir bert um teir tilburðir ið verða meldaðir til løgregluna. Í Føroyum verður alt skrásett sum húsaófriður, tí eru ongi beinleiðis tøl fyri, hvussu nógvir tilburðir eru av harðskapi ímóti kvinnum.
Í Eysturíki sigur lógin, at tá ein maður fremur harðskap ímóti kvinnu í teirra egna heimi, so er tað maðurin ið skal flyta úr heiminum, kona og børn verða búgvandi. Vónandi verður henda lógin einaferð veruleiki í Føroyum.
Í Føroyum setti løgtingsmaður fram fyrispurning í løgtinginum um striptease er lóglig í Føroyum. Tað er tað ikki, men onkur skal melda málið áðrenn løgvaldið tekur stig til at forbjóða striptease.
Í Íslandi eru í dag 14 bordellir. Byrjanin var, eins og í Føroyum nú, vitjan av donskum striptease-dansarinnum av og á. Latið okkum virka fyri, at prostitutión ikki fær ment seg her á landi.
Vónandi elvir hetta tiltak til kjak um harðskap ímóti gentum og kvinnum.