Harðskapur ímóti 2 ára gomlum barni

Løgreglan í Køge hevur skuldsett eina 21 ára gamla kvinnu og 30 ára gamla sambúgva hennara fyri harðskap ímóti tvey ára gomlu dóttir ta 21 ára gomlu kvinnuna. Tey bæði vóru í rættinum í Roskilde í dag. Dómarin gjørdi av at varðhaldsfongsla sambúgvan í tríggjar vikur, og at mamman skal verða verandi í varðhaldinum til mikudagin.

Tann tvey ára gamla gentan varð flutt á sjúkrahúsið í Køge leygardagin, og har staðfestu læknarnir, at hon 31 merki av harðskapi á fórunum, beinunum, búkinum og rygginum, men einki brot. Alt bendi á harðskap, og tí boðaði sjúkrahúsið løgregluni frá, skrivar Ekstrablaðið.

Løgreglan metir málið so álvarssamt, at mamman og sambúgvin eru skuldsett eftir grein 245 í revsilógini um grovan harðskap.