Harðskapur ella óhapp á Sandoynni

- Eg veit so lítið um hetta málið enn. Men eitt mál um hetta er í øllum førum fráboðað okkum, sigur vakthavandi á Politistøðini við Portalin fyri løtu síðani.

Kriminalløgreglan kannar í løtuni henda tilburðin, sum í fyrstu syftu er meinlíkur harðskapi, men sum møguliga eisini kann skrásetast sum óhapp.

Sambært tí sum fram er komið, hevur ein ungur maður fingið sorað andlit sítt sundur sunnumorgunin.

Sandoyarportalurin veit í øllum førum, at maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann seinni var lagdur undir skurð.

Vakthavandi á Politistøðini sigur seg ikki kenna so nógv til hetta heldur ógvusliga málið.

- Eg veit, at her koyrir eitt slíkt mál av Sandoynni. Men meiri veit eg ikki beint nú, sigur hann. – Kanska meiri verður at frætta seinni í dag.