Fangar verða illa viðfarnir, og mannarættindini verða javnan brotin í Hvítarusslandi. Mannarættindini verða traðkað undir fót í Hvítarusslandi, men hóast stórt altjóða trýst bendir einki á, at stýrið í Minsk ætlar sær at broyta framferð, sigur ST.
Í einari frágreiðing sigur ST, at politiskir mótstøðumenn hjá stýrinum verða setttir í fongsul, og at løgreglan fer illa við teimum tiknu. Harafturat sleppa fjølmiðlarnir ikki at virka.
Í ST-frágreiðingini verður sagt frá einum tilburði, har 150 fólk blivu drigin fyri rættin. Tá tey bóðu um verju, sýttu myndugleikarnir fyri at lata sakførarar verja tey.










