Móti Svøríki fáa norðmenn brúk fyri Hagen, ið hevur skorað við á leið helvtini av sínum 63 royndum móti málinum, í EM-endaspælinum, sum í hesum døgum verður hildið í Noregi.
Høgra hond hjá stórskjúttanum er innvundin í tape, og fýra fingrar eru allir innvundnir heilt til fingra spíðsarnir.
Hagen greiðir frá, at alt byrjaði við at hann hevði brákað nakrar fingrar, og tað mátti innvindast alt fyri eitt. Men eftir dagliga innvindan gjørdist húðin sart og stutt eftir tað eisini full av sárum. Hvørja ferð tapið skuldi av aftur, kom húðin eisini, so sárini eru so við og við vorðin opin.
- Nú eri eg rætt og slætt noyddur at vinda fingrarnir inn í tape, so at eg ikki fari at bløða av harpiksinum og mótstøðuni av bóltinum, sigur Hagen fyri norska blaðnum Dagbladet.