Harðir narkodómar í Føroyum

Føroya rættur feldi í gjár dómarnar í stóra rúsevnismálinum. Høvuðsmaðurin fekk hálvt fjórða ára fongsulsrevsing, trý onnur fingu fongsulsrevsing. Fimti maðurin slapp við einum stuttuum treytaðum dómi

Klokkan var farin av tíggju mikukvøldið, tá ið Føroya rættur umsíðir var liðugur at viðgera stóra rúsevnismálið við træðrum til rokkaraumhvørvið í Danmark. Rættarfundirnir vóru í tríggjar samfeldar dagar á rað.
Dómarnir blivu næstan, sum ákæruvaldið kravdi.
Ákærin helt eitt sindur undir tvey ár í fongsul vera hóskandi fyri gentuna, sum saman við einum manni í juni kom til Føroya í bili við rúsevnum fjaldum í. Ákærin vildi ikki hoyra um, at ein partur skuldi vera treytaður, tí gentan mátti hava vitað, at hørð rúsevni vóru í bilinum. Hinvegin átti hon at fáa eitt sindur av avsláttri, tí hon hevði gjørt arbeiðið hjá politinum lættari við at peika út mannin, sum ákærdur var fyri at hava skipað fyri at senda rúsevnini til Føroya.
Dómurin var eitt ára fongsulsrevsing.
Beint áðrenn málið varð tikið upp til dóms mikukvøldið, høvdu tey ákærdu høvi til at siga seinasta orðið, sum tey hava rætt til.
20 ára gamla gentan græt og illa læt, tá ið hon harmaðist um, hvussu býtt hon hevði verið. Tríggir teir seinastu mánaðirnir, hon hevur sitið varðhaldsfongslað, høvdu verið teir ringastu í lívinum, og hon helt, at hon nú hevði fingið eitt stempul í pannuna fyri lívið.
Hon varð latin leys, tá ið rættarfundurin var av mikukvøldið.

Nógv rúsevni í fongslinum
Mannin, sum var við í bilinum, vildi ákærin hava dømdan við tveimum árum í fongsli, sjálvt um hann eisini hevði hjálpt politinum. Tað hevði hann gjørt við at nevna navnið á manninum, sum skuldi taka ímóti rúsevnunum, og so hevði hann aðrar upplýsingar um hann, so politiið beinanvegin visti, hvør maðurin var.
Hesin maðurin varð eisini ákærdur fyri at hava hótt ein fangavørð í Mjørkadali, tá ið hann sat varðhaldsfongslaður har.
Hesin maðurin varð dømdur hálvt annað ár í fongsul.
Eisini hann hevði nakrar viðmerkingar, tá ið málið var viðgjørt.
Hann segði somleiðis, at hart hevði verið at sitið varðhaldsfongslaður. Hann sat í Danmark. Fongslið fleyt við rúsevnum, og fangar koyrdu hart á hann fyri at gera arbeiði fyri teir, tá ið hann kom út.
Maðurin var harmur um, at hann hevði lokkað gentuna at koma við til Føroya og smugla rúsevni.

Gjørt slíkt áður
So var tað maðurin, sum eftir ætlanini skuldi taka ímóti rúsevnunum í Føroyum. Hann vildi ákærain hava dømdan trý ára fongsulsrevsing.
Hann vildi hon hava dømdan so hart, tí hann áður hevur lokkað ungar gentur at smugla til Føroya, og hon vildi vera við, at maðurin hevði verið í Danmark og lagt smuglingina til rættis saman við høvuðsmanninum. Harafdtat var komið fram, at hann hevði smuglað rúsevni til Føroya í mai í skom sínum, men tá varð hann ikki avdúkaður. Eisini hevði hann selt ADHD-heilivág í Føroyum.
Hesin maðurin fekk hálvt triðja ára fongsulsrevsing.
Hann vildi ongantíð siga nakað um málið í rættinum.

Harðasti dómurin
Maðurin, sum hevði samband við Hells Angels í Danmark, átti at fáa harðastu revsingina fyri leiklut sín. Kravið var trý ár og 11 mánaðir. Kravið var júst hetta, tí skuldi maðurin dømast fýra ár ella meir, hevði verið neyðugt við nevningatingið.
Hann hevur fleiri dómar aftan fyri seg fyri brot á vápnalóg, tjóvarí, brot á rúsevnislóggávuna o.a.
Ákærin gjørdi nógv burturúr, at hann hevði samband við rokkaraumhvørvið. Hells Angels fíggja sítt virksemi millum annað við narko-sølu, og nú myndugleikarnir eru eftir teimum, hava teir tørv á nýggjum marknaði. Hann var nýggjur limur í AK81, sum er ein stuðulsbólkur hjá Hells Angels, og tað hevði óivað verið gott hjá honum at byrja við at funnið ein nýggjkan marknað.
Dómarin segði hálvt fjóðra ár í fongsul.

Treytaður dómur
Tann fimti ákærdi var ein føroyingur í 20-árunum.
Hann luttók ikki í sjálvari smuglingini ella tilrættisleggingini, men hann hevði dagligt sms-samband við mannin, sum skuldi taka ímóti.
Í rættinum segði hann lítiðð og einki, tí hann segði seg ikki minnast, eitt nú um hann hevði svarað upp á sms frá vinmanninum.
Hann viðgekk at hava keypt heilivág frá vinmanninum og selt víðari, og at hann átti tær 20 hassjplanturnar, sum politiið fann heima hjá honum.
Hann hevr áður smuglað.
Hann fekk 60 daga treytaða fongsulsrevsing, og tað merkir, at hann ikki skal inn at sita, uttan so hann ger slík lógarbrot aftur.
Ákærin hevði ikki nakað neyvt krav um revsing til henda mannin, men nevndi nakrar mánaðir í fongsul.
Verjarnir gjørdu sítt besta at niðurtóna álvaran í smuglingini, men dómarin valdi at lurta meira eftir ákæranum, hóast allir dómarnir vóru eitt sindur linari, enn ákærin kravdi.