Fjúrtan dagar aftan á tann harða jarðskjálvtan í Japan hava tríggir harðir jarðskjálvtar verið í landssynningspartinum av Asia. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at ein skjálvti, sum var 6,9 á Richterstiganum, var einar 100 kilometrar norðan fyri Chiangmai í Teilandi.
Um somu tíð vóru tveir aðrir jarðskjálvtar í landnyrðingspartinum av Myanmar nærhendis markinum til Teiland og Laos. Hesir báðir skjálvtarnir vóru 6,9 og 7,9 á Richterstiganum.
Enn er einki frætt um skaða av teimum trimum jarðskjálvtunum.