Tíðliga í morgun vóru tríggir harðir jarðskjálvtar í Filipsoyggjunum, men enn er ikki frætt um, at teir hava gjørt nakran stórvegis skaða. Teir tríggir skjálvtarnir vóru ímillum 7,3 og 7,4 á Richter-stiganum.
Jarðfrøðistovnurin í Manila sigur, at miðdepilin í sjálvtunum var millum 575 og 605 kilometrar undir havinum einar 60 fjórðingar frá býnum Cotabato, sum er í útsynningspartinum av landinum, sum telur ikki færri enn 7.000 oyggjar.
Flóðalduávaringarstovnurin á Hawaii segði stutt eftir jarðskjálvtarnar, at stovnurin hevði ikki skrásett nakað tekin um, at jarðskjálvtarnir høvdu elvt til flóðaldu.









