Fleiri harðir eftirskjálvtar hava verið í Indonesia síðani tann ógvuliga harða jarðskjálvtan í gjár Fólk á indonesisku oynni Sumatra hava havt ilt við at standa á beinunum hetta seinasta samdøgrið.
Í gjár var ein sera harður jarðskjálvti. Sambært amerikanska jarðfrøðistovninum var hann 8,4 á Richter-stiganum og tann harðasti skjálvtin í heiminum í ár. Myndugleikarnir í Indonesia og grannalondunum ávaraðu um møguliga flóðaldu frá jarðskjálvtanum, men ávaringin varð seinni tikin aftur.
Síðani hava fleiri eftirskjálvtar verið, og tann harðasti av teimum var 7,8 á Richter-stiganum.
Kortini hava myndugleikarnir bara frætt um seks fólk, sum hava latið lív, og umleið 40 hava fingið skaða. Myndugleikarnir siga tó, at bæði tølini fara væntandi at veksa.