Harðir dómar í Kina

Ein munkur fekk lívlangt fongsul fyri at hava verið uppi í ófriðinum í Tibet

Umleið 30 fólk eru nú dømd fyri at hava verið uppi í ófriðinum, sum var í Tibet herfyri, og sum sambært útlagnum keldum kostaði 203 mannalív. Tann linasta revsingin var fongsul í trý ár, og tríggir menn fingu lívlangt fongsul. Av teimum 30 dømdu vóru seks buddhistiskir munkar, og ein av munkunum var millum teirra, sum fingu lívlanga fongsulsrevsing.

 

Almenna kinesiska tíðindastovan Xinhua skrivar, at munkurin Basang varð dømdur lívlangt fongsul fyri at hava staðið á odda fyri einum hópi, sum hevði søkt at almennum bygningum, sett eld á handlar og gjørt seg inn á løgreglumenn. Hinir báðir, sum fingu lívlangt fongsul, vóru bilstjórin Soi'nam Norbu og handilsmaðurin Cering, skrivar Xinhua. Teir vórðu eisini dømdir fyri at hava sett eld á og fyri harðskap ímóti løgregluni.