Har hendir einki

Stjórin á NAVIT, Lassi Borðoy, væntar ikki at tað stóra hendir, sjálvt um Kappingarráðið hevur álagt Fiskimálaráðnum at koma við skjalprógvum um, hvat eitt skeið á Trygdarmiðstøðini kostar.

Tað er nú í minsta lagi hálvtannað ár síðani at privata trygdarmiðstøðin, NAVIT, kærdi almennu Trygdarmiðstøðina í Klaksvík fyri at halda trygdarskeið fyri dumpingarprísir, men hóast Trygdarmiðstøðin síðani hevur hækkað sínar prísir, bíðar Kappingarráðið framvegis eftir skjalprógvum fyri ásetta prísin.
Og tað hóvar stjóranum á NAVIT, Lassa Borðoy, illa.
- Tað er undarligt, at prísurin hjá Trygdarmiðstøðini skuldi enda á okkara prísi upp á oyra. Nú kosta teirra skeið 4.500,00 krónur, ið er júst tað sama, sum skeiðið kostar hjá okkum, sigur Lassi Borðoy.
Stjórin á NAVIT vísir á, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevur fingið 25 milliónir til íløgur bara í ár, og at stovnurin fær 2,7 milliónir í rakstrarstuðli.
- Í Havn eru vit tveir mans, ið reka NAVIT og halda trygdarskeiðini, í Klaksvík eru teir seks mans, so tað sigur seg sjálvt, at skeiðini í Klaksvík ikki verða hildin fyri kostprís, sigur Lassi Borðoy.
Hann sigur, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík upprunaliga skuldi hækka prísin 1. august 2009, men at hetta var útsett til 1. januar 2010. Kortini skjuldi tað verða so, at tey, ið høvdu meldað seg til skeið undan hesum, skuldu fáa tað til gamla prísin.
- Tað merkti so, at prísurin hjá Trygdarmiðstøðini í Klaksvík ikki varð hækkaður fyrr enn í mars í ár, sigur Lassi Borðoy.

Krevur skjalprógv
Kappingarráðið hevur nú sent Fiskimálaráðnum skriv har kravt verður, at skjalprógv verða Kappingarráðnum í hendi í seinasta lagi 8. november, annars verður vikulig sekt áløgd Fiskimálaráðnum.
Skrivið er soljóðandi:
»Kappingarráðið hevur sent Fiskimálaráðnum skriv um vikuliga sekt fyri ikki at veita nøktandi skjalprógv sambært avgerð frá 19. mai 2009. Kappingarráðið hevur á fundi tann 7. oktober 2010 tikið avgerð um at senda Fiskimálaráðnum eina áheitan um at útflýggja Kappingareftirlitinum skjalprógv fyri, at prísurin á trygdarskeiðum dekkar allan beinleiðis og óbeinleiðis kostnað. Fær Kappingareftirlitið ikki hesi skjøl innan ásettu freistina, verður vikulig sekt áløgd Fiskimálaráðnum. ?
Málið snýr seg í stuttum um, at alment fíggjaða Trygdarmiðstøðin í Klaksvík hevði ein kostnað fyri trygdarskeið, ið Kappingarráðið metti vera langt undir framleiðslukostnaðin fyri hesi tænastu. Trygdarmiðstøðin var í kapping við privatan veitara, ið hevði klagað málið til Kappingareftirlitið. ?
Í viðgerðini av málinum veitti Fiskimálaráðið tilsøgn um at fáa hækkað prísin so at samsvar var við framleiðslukostnaðin. Trygdarmiðstøðin hækkaði hareftir prísin á trygdarskeiðum, men Fiskimálaráðið hevur enn ikki skjalprógvað fyri Kappingareftirlitinum, at nýggi prísurin dekkar allan beinleiðis og óbeinleiðis kostnaðin fyri at veita hesa tænastu. Kappingareftirlitið hevur fleiri ferðir til fánýtis biðið Fiskimálaráðið um áðurnevndu skjalprógv. Tað er sera álvarsligt, at eitt aðalráð ikki tekur við avgerðum Kappingarráðsins og kann ikki góðtakast. Tí hevur Kappingarráðið avgjørt at kunna Løgmann um málið. ?Kappingarráðið hevur avgjørt, at um Fiskimálaráðið ikki innan 8. november 2010 hevur útflýggjað áðurnevndu skjalprógv, verður vikulig sekt áløgd fyrstu ferð tann 11. november og síðan hvørja eftirfylgjandi viku«.

Lítla vón
Lassi Borðoy hevur tó lítla vón um at nakað fer at henda í málinum.
- Politikararnir hava víst, at teir vilja hava ein almennan stovn at standa fyri trygdarskeiðunum, og eg eri bangin fyri, at einki fer at henda í málinum. Teir fara at gera eitt ella annað fyri at fáa Kappingarráðið at tiga, men tað verður so alt, sigur Lassi Borðoy.
Hann sigur, at tá rakstrarstuðulin er innroknaður, eigur eitt skeið á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík at kosta millum 15.000 og 25.000 krónur, og tað er langt frá teimum 4.500 krónunum, sum kostnaðurin er.
- Nú bíða vit so eftir at fáa hesi skjølini á borðið sum vísa, hvat eitt trygdarskeið í Klaksvík kostar, men eg havi lítlar vónir um, at tað fer at broyta nakað, sigur Lassi Borðoy, stjóri á NAVIT.