Har fer Jóannes skeivur.


 

Lisbeth L. Petersen,

Sambandsflokkurin

Tað skuldi verið so langt frá mær at arga Javnaðarflokkin, soleiðis sum Jóannes Eidesgaard annars vil gera tað til í eini viðmerking leygardagin. Hetta ger hann í sambandi við eina samrøðu, sum blaðmaður á Sosialinum hevði við meg í seinastu viku.

Av tí at eg ikki rættiliga kendist við tað, sum Jóannes sigur, royndi eg at lesa blaðgreinina umaftur fyri at finna eina møguliga orsøk til, at Jóannes er vorðin firtin.

Einasti møguleiki eg haldi meg síggja er, at spurningarnir frá blaðmanninum eru ikki prentaðir við í greinini, ið snýr seg um nógv umrødda búskapargrunnin og tær viðmerkingar, sum Karstin Hansen í hesum sambandi hevur til støðu Javnaðarfloksins.

Landsstýrismaðurin hevur sagt seg vilja broyta navnið á grunninum, so Javnaðarflokkurin verður nøgdur, og taka skiftisgrunnin burturúr, og tað frøist Jóannes um samb. fjølmiðlunum.

Fyri Sambandsflokkin havi eg sagt, at vit hava ikki álit á hesi samgonguni, og vit halda ikki, at hon skal vera tann, sum skipar fyri einum oljugrunni, tí málið hjá hesi samgonguni er fullveldi, og teirra ætlan við grunninum er, at hann, hvussu hann so verður nevndur, skal fíggja fullveldið antin so ella so. Harumframt situr henda samgonga ikki so langa tíð aftrat

At Jóannes er so firtin, tí Javnaðarflokkurin verður nevndur, fái eg illa gjørt nakað við. Eg havi svarað teim spurningum mær vóru settir av blaðmanninum m.a. um tað, sum landsstýrismaðurin sigur um støðu Javnaðarfloksins.

Hvussu hetta skal tulkast sum misálit á Javnaðarflokkin, skilji eg ikki. Tvørturímóti havi eg ferð eftir ferð sagt, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava eina felags sak at arbeiða við og stríðast fyri í hesum tíðum, og tí ræður um at standa saman.

Eitt kann eg so sum formaður Sambandsfloksins siga fyri heilt vist: Tá ræður um loyalitet og samstarvsvilja í mínum politiska arbeiði, so skal mín partur ikki liggja eftir, men eg krevji samstundis, at tað sama er galdandi frá hinari síðuni.